Virðisketan - ein álítandi dygd
Marine Harvest stendur fyri allari virðisketuni av øllum sínum vørum – frá framleiðslu av fiskafóðri til at veita fyrstafloks portiónir úr laksi. Hetta fyri at vissa sær, at øll lið í alingini og framleiðsluni samsvara við høgu góðskukrøvini og stevnumiðini fyri felagið. Eftirlitini tryggja fyrstafloks dygd og einsháttaðar vørur, sum kundum um allan heim dámar og hava álit á.
Laksaalingin fylgir somu ringrás, ið kemur fyri í villu náttúruni og okkara leiðbeining vísir tær mannagongdir, sum fara fram.
Lívsringrásin hjá laksinum byrjar í feskum vatni og fevnir um fleiri stig, áðrenn smoltið er búgvið til havið.

Gitin egg eru í klekingartangum í feskum vatni. Umleið 5.000 egg eru í hvørjum litri. Eggini verða klekt til fiskayngul, sum eru í einum reyða, sum veitir føðslu, til tey eru nóg stór at eta sjálv.

Tá ið teir viga umleið seks gram, vera fiskarnir fluttir til størri tangar við feskum vatni ella til eitt opið net í vatni. Fiskurin mennist nú til lítlan laks, og tá ið hann vigar umleið 60-80 gram, eru hann klárur at verða fluttur til smoltstigið.

Á hesum stigi mennist fiskurin lívvirkisfrøðiliga soleiðis, at hann er førur fyri at flyta úr feskum vatni til saltvatn og gerst ein ungur laksur. Smoltini verða hildin fyri seg til tey mennast til vaksnan laks.

Eftir eitt ár í havinum hevur laksurin fingið marknaðarvekt, millum 4,5 og 5,2 kg, og verður síðan slaktaður.

Framleiðsluvirksemi hjá Marine Harvest fer fram í egnum sergjørdum hølum og verksmiðjum um allan heim.

Vørurnar hjá Marine Harvest verða fluttar til brúkaran við skipi, toki, bilum ella flogførum. Raðfestingin hjá flutningsstjórunum gjøgnum øll stig í útbreiðsluni er at varðveita frískleika og dygd hjá fiski og fiskavørum. Tað verður gjørt við at hava so stuttar teinar og brúka so lítla tíð sum gjørligt, so at fiskurin kemur fram sum skjótast.