Um vøruna

Marine Harvest alir laks og framleiðir burðardygga føði úr sjónum, sum smakkar væl. Vit vilja ganga á odda at vera nýskapandi í alivinnuni, og vit hava altíð fyri eyga at framleiða burðardygt og umhvørvisvinaliga.

Sum partur av einari altjóða fyritøku, eru vit við til at bjóða eitt breitt úrval av sunnum og góðum fiskavørum. Okkara kundar kunnu í heimshøpi velja millum eitt stórt úrval av laksavørum, líka frá heilum, feskum laksi til frystar portiónir. Sum fryst ella feskt, meir og minni tilvirkað, er okkara úrval stórt og kann lagast til ynski og tørv á ávísu marknaðunum.

 

Føroyska vøran

Føroyski laksurin er í serflokki. Vit miða eftir, at vøran hevur heimsins bestu dygd. Laksurin er heilsugóður, smakkar væl og er eitt prýði, tá ið hann er fullvaksin og klárur at selja.

Hetta setir stór krøv til, hvussu Marine Harvest fer við fiskinum, líka frá rogni til lidna vøru.

Føroyski laksurin verður seldur feskur til tann góða feskfiskamarknaðin, serliga í Russlandi, Kina og USA. Góða dygdin ger, at hann er høgt í metum á eitt nú sushi-matstovum.

  • Rogn

Rognini verða klakt í bakkum við feskvatni. Umleið 5000 rogn eru fyri hvønn litur. Framleitt verður frá eygarogni, sum eftir umleið einum mánað klekist til smá yngul við reyða, ið syrgir fyri føðsluni fyrstu tíðina.

 

  • Yngul

Fiskurin livir í feskvatni, til hann er umleið 200 gram. Í hesum tíðarskeiði er neyv koppseting og sundurskiljing av stórum týdningi. Gjøgnum alla tilgongdina er stórt eftirlit við vatngóðsku og reinhaldi. Síðstu tveir mánaðirnar áðrenn sjóseting, verður yngulið tillagað til eitt lív í sjónum.

 

  •  Smolt

Tá ið fiskurin verður settur út, verður hann nevndur smolt. Fiskurin er á smoltstøðini, til hann er umleið 150-200 gram, og tá er hann umleið 12-14 mánaðir. Sum smolt fer fiskurin gjøgnum eina lívvirkisliga broyting, sum ger hann føran fyri at fara úr feskvatni í saltvatn, har hann mennist til vaksnan laks. Undir flutninginum verður saltinnihaldið í vatninum stigvíst økt fyri at venja smoltið við lívið í sjónum.

 

  • Alingin í sjónum og ferðin til slakt

Í aliringinum veksur laksurin, til hann verður millum 5 og 6 kg.  Okkara kønu starvsfólk fylgja neyvt við lívinum í ringinum. Gott djórahald, har gjøllað verður fylgt við heilsustøðuni hjá fiskinum, er við til at tryggja laks við góðari dygd.

 

  • Á kryvjivirki

Tá ið laksurin hevur fingið eina vekt millum 5 og 6 kg, er hann klárur til slakt. Hetta gongur fyri seg á nútímans kryvjiavirki við sera strongum krøvum til reinføri og dygd. Tá ið hann er kruvdur, verður hann pakkaður í ís og fluttur heilur til viðskiftafólk um allan heimin.

 

  • Flutningur

Fiskur frá Marine Harvest verður fluttur um allan heim við skipum, treylarum, tokum og flogførum. Stórur dentur verður lagdur á at varðveita feska fiskin frískan og dygdargóðan, og tí verður skipað soleiðis fyri, at flutningurin tekur so stutta tíð, sum yvirhøvur til ber.