Burðardygd

FAO (The Food end Agriculture Organisation) metir í løtuni, at 870 milliónir fólk hava ikki nóg mikið at eta, og at heimurin stendur fyri einari møguligari kreppu, tá ið tað kemur matvørutrygd. Avbjóðingin er at framleiða og veita nóg mikið av tryggum og føðslugóðum matvørum á burðardyggan hátt til eitt stútt vaksandi fólkatal í heiminum, sum fer at telja 9 milliardir fólk í 2050.

Tað er viðurkent víða hvar, at havið er lykilin til at tryggja heiminum nóg mikið av føði. – kortini koma einans tvey prosent av heimsins matvørum úr havinum.

Marine Harvest kennir umhvørvisligu og sosialu avbjóðingarnar, sum alivinnan hevur. Søgan hevur givið okkum í alivinnuni ein lærdóm, sum verður gagnnýttur, og nú er fokus á langskygdu avleiðingarnar og fyrimunirnar. Menniskju, vinningur og jarðarklóta mugu virka í felag; alivinnan má verða sosialt og umhvørvisliga burðardygg, um hon skal loysa seg í longdini.

“Sum ídnaður ásanna vit, at samstundis sum vit hava gjørt framstig, so er enn nógv eftir at gera við burðardygd. Sum ein lutfalsliga ung ídnaðargrein vóna vit gjøgnum samstarv, gransking, gjøgnumskygni og vitanardeiling at gera neyðugu broytingarnar fyri at gerast betri – og áhaldandi gerast betri.” 

Alf-Helge Aarskog, CEO

Gjøgnum fimm áratíggju hevur Marine Harvest strembað eftir at vaksa og gerast eitt meira samskipað felag við tí neyðugu fíggjarligu styrkini og tilfeinginum til tess at átaka sær ein leiðandi leiklut í at menna vinnuna burðardygt. Gjøgnum munadyggar íløgur í gransking og menning hevur hetta sett Marine Harvest í fremstu røð við tøkniligum framstigum. Marine Harvest er við at umskapa alivinnuna. Einki felag kann tó einsamalt loysa avbjóðingarnar við burðardygd. Eitt samskifti um burðardygd eigur at fara fram í altjóða høpi, og allir áhugapartar eiga at luttaka opið og erliga hesum viðvíkjandi. Marine Harvest tekur áhaldandi upp samband við týðandi áhugapartar til tess at tryggja støðug framstig í ásetingum og mannagongdum bæði umhvørvisliga og sosialt.