"Leading The Blue Revolution"

Havbúnaður er enn í sínari byrjan og broytist ógvuliga skjótt. Marine Harvest Global er drívmegin handan broyttum mannagongdum í vinnuni og gongur undan at menna tøkni, sum skal tryggja burðardyggar matvørur úr sjónum í framtíðini.

"Heimurin hevur tørv á tryggum, sunnum og leskiligum matvørum, sum eru framleiddar burðardygt og skynsamt, og matur úr sjónum gevur møguleika fyri hesum. 70% av jørðini er vatn, og útlátið frá landbúnaðinum er nógv hægri enn frá havbúnaðinum. Kortini koma einans tvey prosent av heimsins matvørum frá havinum. Tað er púra greitt, at skulu vit halda uppi heimsins vaksandi fólkatali, má hetta broytast. Gjøgnum munadyggar íløgur í gransking og menning er Marine Harvest í fremstu røð í tøkniligum framburði og broytir mannagongdirnar í havbúnaðarvinnuni. Vit kalla hetta bláa kollveltingin, The Blue Revolution.”

Alf-Helge Aarskog, CEO