Virksemi í Føroyum

Virksemi hjá Marine Harvest í Føroyum er á trimum  økjum - á Oyndarfirði og í Sundalagnum norðan fyri brúnna meðan smoltvirksemið er á Hellunum. Frá 2016 verður eisini farið undir at ala í Sandsvág,  heima á Sandi. Marine Harvest hevur latið innaftur aliloyvið á Veðranesi fyri aliloyvið á Sandi.

Í 2014 vóru útflutt 11.500 tons av fyrstafloks laksi. Umsetningurin hjá Marine Harvest í Føroyum var 527 mió. krónur í 2014, og vóru 34 fulltíðarstørv í Føroyum.

Marine Harvest hevur alla virðisketuna í framleiðsluni - uttan fóður og kryvjing. Rognið verður keypt antin frá systirfelagnum í Noregi ella frá Fiskaaling í Føroyum. 

Framleitt verður frá eygarogni. Umleið hálvan annan mánað eftir kleking er klárt at fóðra, og fiskurin gongur á smoltstøðini í góðar 12 mánaðir. Tá ið smoltið er um 200 gram til støddar, verður tað sett út í aliringar á sjóvnum, har fiskurin svimur í einar 14-16 mánaðir til hann verður slaktaður.

Laksurin verður slaktaður,  tá ið hann er um 5,5 til 6 kg. Hann verður blóðgaður og síðani koyrdur á kryvjivirki, har hann verður pakkaður og sendur á marknaðin. Laksurin verður í høvuðsheitum seldur heilur til góðu feskfiskamarknaðirnar í USA, Kina og Russlandi, umframt nakað í Evropa.

Fylgt verður neyvt við í allarari gongdini frá eygarogni til slakt. Serkøn fólk tryggja, at reinføri og dygd eru í hásæti í øllum liðum í framleiðsluni. Stórur dentur verður lagdur á trivnað og vælferð hjá laksinum, ið eisini er fortreyt fyri einum heilum, frískum og vøkrum endaprodukti.

Marine Harvest í Føroyum setir sum fremsta mál at fara væl um umhvørvið. Málið er, at umhvørvið er reint, ruddiligt og vælskipað,  og at náttúran kann latast víðari í sama standi til okkara eftirkomarar.

"Marine Harvest í Føroyum setir sum fremsta mál at fara væl um umhvørvið. Málið er, at tað er vakurt rundanum, har arbeitt verður, og at náttúran kann latast víðari í sama standi til okkara eftirkomarar."

 

Ragnar Joensen, nevndarformaður, Marine Harvest Føroyar