Søga

Altjóða søgan

Í 2014 vóru 50 ár liðin, síðan Marine Harvest byrjaði sítt virksemi. Gjøgnum eina hálva øld hevur felagið vaksið seg stórt og er broytt í nógvar mátar.

Talan hevur verið um ein organiskan vøkstur, eins og felagið hevur keypt og lagt saman við onnur fiskavirki.

Alla tíðina hevur Marine Harvest verið fremst í ídnaðarligu menningini innan fiskaaling.

Í dag eru felag, starvsfólk og áhugapartar errin av at vera leiðandi í hesum ídnaði, tí Marine Harvest gongur á odda fyri at fremja tær broytingar, sum skulu verja hesa natúrligu og burðardyggu føðikelduna í framtíðini, umframt at skapa sunnan, leskiligan, føðsluríkan og sporføran mat úr sjónum.

Marine Harvest Faroes

Upprunin til føroyska partin av Marine Harvest er á Hellunum.

Byrjað varð í 1984, tá nakrir av Køksbrøðrunum við frúum, úr Fuglafirði, umframt ein familja av Hellunum, fóru at ala smolt við Laksá á Hellunum. Smoltstøðin fekk navnið Laxá. Hetta vóru undangongufólk, og tað var rættiliga frumkent at byrja við. Tey fóru undir at ala úti í kørum, svóvu í tjaldi, og gjørdu mat á primusi.

Soleiðis vóru lunnar lagdir undir tað, sum í dag er Marine Harvest í Føroyum. Síðan tá er nógv vatn runnið í Laksá, og eldhugin, áhugin og nærlagni er framvegis hjartaslátturin í fyritøkuni.

Sum frá leið mentist alingin í Føroyum, bæði á landi og sjógvi, og í 1988 bleiv føroyska felagið Norðaling staðsett í Oyndarfirði. Í 1996 keyptu norðmenn alingina á Veðranesi og í Haldórsvík. Í 1998 varð felagið í Oyndarfirði  keypt upp av norska felagnum, sum tá hevði navnið Pan Fish, og í 2000 varð felagið Laxá selt til Pan Fish.

Fyrst í hesi øldini stríddist felagið, eins og øll alingin í landinum, við at koma fyri seg eftir stóru laksasjúkukreppuna. Eftir at nærum allur laksur var tikin av í Føroym, var farið at seta smolt á sjógv aftur í 2005, og í 2006 kom verulig gongd á aftur. Í 2007 verður felagið Pan Fish lagt saman við Marine Harvest ASA. Í dag eitur felagið í Føroyum Marine Harvest Faroes.

Higartil hevur gingið væl, føroyski laksurin er fyrstafloks dygdarvøra, sum er viðurkend um allan heimin. Laksurin verður fyri tað mesta seldur til feskfiskamarknaðir í Russlandi, Kina og USA.