Sandurin í Haldórsvík

Marine Harvest hevur saman við staðkendum fólkum sett sær fyri at endurskapa sandin í Haldórsvík, soleiðis sum hann hevur verið fyrst í seinastu øld. Sandurin er minkaður við tíðini, bæði av náttúruávum, og tí hann er brúktur sum tilfar til ymiskt byggivirksemi.

Marine Harvest hevur stuðlað at fáa gomlu strondina aftur í Vík. Sandurin verður sogin upp av botninum, har hann savnar seg í sandgrynnum, og síðan pumpaður út á strondina við Haldórsvík. Endamálið er at geva nakað aftur til tað samfelagið, sum gevur sínar firðir til alingina.

Marine Harvest vónar við hesum at endurskapa hetta náttúruøki til eitt vakurt stað, ið kann nýtast til frítíð og heilsubót hjá teimum, sum búgva í Haldórsvík og annars koma at vitja.