Endurnýtsla á Hellunum

Smoltstøðin á Hellunum, sum er høvuðsstøðin hjá Marine Harvest í Føroyum, hevur sum aðalmál at endurnýta mest møguligt.

Alt virksemi verður rikið so “grønt” sum til ber, farið verður væl um náttúruna, og alt sum kann, verður endurnýtt. Til dømis verður vatnið reinsað og endurnýtt. Heilivágur hevur ikki verið nýttur á smoltstøðini seinastu 20 árini og verður stórur dentur lagdur á at nýta onnur alternativir. 

Fokuserað verður á at nýta sum minst av vatni, elorku, olju og sápu við tí fyri eyga at fáa sum mest burturúr og at fara væl um náttúruna.

Hugburðurin hjá Marine Harvest er, at gjørd verða so fá inntriv í náttúruna, sum yvirhøvur til ber, og av tí sama verður eisini farið væl um rundanum bygningar og alibrúk, so tað er reint og nossligt.