Aling á Sandsvág

Sum eina roynd fer Marine Harvest at ala laks á Sandsvág í 2016. Hetta er eitt øki við heldur truplari umstøðum enn aðrastaðni. Aldan er høg, og náttúran er meiri harðbalin enn í teimum vardu firðunum.

Hetta er ein avbjóðing, sum Marine Harvest tekur á seg. Eydnast tað at fáa góðan rakstur í alingina á Sandsvág, kann tað lata upp fyri nýggjum møguleikum hjá alivinnuni.

Eitt er, at tað kann gerast eitt stig á leiðini at fara longur út á hav at ala. Hetta gevur møguleikar fyri at økja framleiðsluna av heilsugóðum laksi til heimsmarknaðin, sum hevur tørv á dygdargóðari og sunnari føði.

Annað er, at tað er gott fyri umhvørvi, um tað ber til at fara longur út á streymasjógv við alingini.

Við at ala á Sandi ber til at fáa virksemi í eitt øki, har tað frammanundan ikki er eins nógv vinnuligt virksemi, sum í øðrum økjum í landinum. Eitt alibrúk á Sandoynni kann skapa nakað av virkemi og avleiddum virksemi, ið sum frá líður kann vera við til skapa vøkstur í oynni og at fáa fólk at støðast á staðnum.