Stuðul og samstarv

Marine Harvest tekur ábyrgd og luttekur í samfelagnum, sum vit virka í.

Hvørt ár verður ein ávís upphædd sett av til at stuðla tiltøkum, sum gera mun í lokalsamfelagnum, tað veri seg mentan,  ítrótt og góðgerandi endamál.

Vanliga verður stuðulin latin feløgum, felagsskapum ella einstaklingum, sum gera ein mun. Vit stuðla tó helst einans átøkum, sum koma nógvum til góðar og onkursvegna geva av sær til samfelagið. Vit stuðla ikki til beinleiðis rakstur, námsferðir ella líknandi.


Skrivlig umsókn

Vilt tú at søkja um stuðul hjá Marine Harvest, verður tú biðin um at senda Marine Harvest eina skrivliga umsókn, sum síðani verður viðgjørd skjótast tilber. Vit boða síðani skrivliga frá hvørs játtanin er játtað ella ikki.

 

Umsóknin skal innihalda:

  • Hvat stuðulin skal nýtast til
  • Hvat søkt verður um
  • Hvussu hugsað verður, at báðir partar fáa gagn og meirvirði av samstarvinum
  • Navn á viðkomandi felagsskapi og upplýsingar um kontaktpersón

 

Umsøknin skal sendast til office.faroes@marineharvest.com

 

Ella við posti til:

Marine Harvest Faroes P/F

Ternubrekkan 3

695  Hellurnar