Leyst starv

Virkisleiðari til Marine Harvest

 

Sóknast verður eftir virkisleiðara, nú Marine Harvest letur upp kryvjivirki á Strondum.


–––––
Marine Harvest er heimsins størsti framleiðari av atlantslaksi. Í Føroyum tekur Marine Harvest laks úr trimum aliøkjum: Oyndarfjørður, Sandsvág og Sundalagið Norður. Nú letur Marine Harvest kryvjivirki upp á Strondum. Tí er tørvur á einum leiðara til virkið. Megnar tú at lyfta uppgávuna?
–––––


Tú tekur tær av dagliga rakstrinum á virkinum. Harumframt stendur tú fyri innkeypi, framleiðslu og avskiping. Tú tryggjar eisini, at virkið lýkur allar treytir frá myndugleikum og ynski frá keyparum.


Arbeiðsumstøður
Arbeiðsplássið hjá tær verður á Strondum, og vegasambandið er sera gott, nú Eysturoyartunnilin kemur upp – beint heiman fyri kryvjivirkið. Søludeildin hjá okkum verður eisini á Strondum, og tú verður við í samskiftinum og søluni av laksinum.

Laksurin hjá Marine Harvest er góðkendur av Global Gap og ASC, ið eru felagsskapir, ið ganga á odda fyri burðardyggleika og umhvørvisvernd. Tí verður eisini nógv samskift við góðskudeildina.

Tá ið framleitt og pakkað verður, verður reinførið á virkinum raðfest høgt. Góðskan á laksinum er av alstórum týdningi og skalt tú áhald­andi menna virkið, soleiðis at góðskan á vøruni verður betri.

Lønin verður ásett eftir avtalu.


Tínir førleikar
Vit sóknast eftir einum leiðara, ið leggur dent á starvsfólkatrivnað, reinføri, vørugóðsku, framleiðsluflóð og framleiðslukostnað. Vit væntað harumframt, at tú hevur útbúgving á nøktandi støði. Arbeiðsroyndir á tílíkum økjum eru ein fyrimunur. Og meðan arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur, er tað eitt krav, at tú ert fyrikomandi og dugir væl at samstarva.

Hetta er einki at bíða við
Umsóknir skulu sendast til niclas@marineharvest.fo. Freistin at søkja er 5. juli 2018. Tú byrjar alt fyri eitt.

Vilt tú vita meir, so set teg í samband við Niclas Niclasen, søluleiðara, á niclas@marineharvest.fo ella ring +298 79 10 03.


Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. juli 2018