Visjón og virði

Marine Harvest umboðar dygdargóðsku í fiskavirkisvinnuni. Felagið og starvsfólkini eru errin um at fremja broytingar og menna nýggja tøkni til eina uppaftur meira burðardygga framtíð.

Organisatiónin leggur stóran dent á sjálvt fólkið í fyritøkuni. Líka frá alingini til marknaðarleiklutin eru eldhugaðir, álítandi og samvitskufullir einstaklingar tað, sum ger Marine Harvest til leiðandi í øllum heiminum innan burðardygga fiskaaling. Greiðu virðini eru ryggurin í framleiðsluni hjá fyritøkuni.

Marine Harvest er ein álítandi og professionellur arbeiðsgevari; ígjøgnum áralangar royndir hevur felagið ment eitt skynsamt arbeiðsumhvørvi og eina skipan við starvsfólkasamsýning, ið restin av ídnaðinum metir seg eftir. Hetta tryggjar, at starvsfólkini eru vard og væl lønt. Marine Harvest er eitt gott og spennandi virki at arbeiða fyri.

Flestu starvsfólkini hava eina lívslanga starvsleið í vinnuni.

Virðir hjá Marine Harvest

 

ELDHUGI

Eldhugin hjá starvsfólkunum fyri fyritøkuni og tess vørum er lykilin til framburðin og góðu undirtøkuna. Tað er soleiðis, at Marine Harvest og fólkini gera mun.

BROYTA

Í Marine Harvest eru broytingar reglan heldur enn undantaki. Tað er hetta broytingarsinnið, sum hevur flutt fyritøkuna í fremstu røð í ali- og fiskavirkisvinnuni. Fyritøkan og starvsfólkini stremba eftir áhaldandi framstigum.

DEILA

Við meira enn 10.000 starvsfólkum er tað avgerandi, at vitan og royndir verða býtt sínámillum fyri at tryggja effektivitetin. Marine Harvest eggjar til ein anda við opinleika og gjøgnumskygni bæði inneftir og úteftir. Innan fyri fyritøkuna skapar hetta víðar møguleikar hjá hvørjum einstøkum starvsfólki at geva sítt týdningarmikla íkast.

ÁLIT

Marine Harvest tekur á seg ábyrgdina at ganga teimum sosialu og umhvørvisligu avbjóðingum á møti, sum vinnan hevur. Sosial ábyrgd og burðardygd er ein samanrunnin partur av fyritøkuni og er kjarnin í mentanini.