Starv hjá Marine Harvest

Leys størv

Um eingi størv eru leys at søkja hjá Marine Harvest í Føroyum, kanst tú altíð senda eina sjálvbodna umsókn.

Send ein umsókn, har tú lýsir seg sjálvan við lívsgongdarlýsing (CV) og greið frá áhuga, førleikum og ynskjum.

Send umsóknina til post@marineharvest.fo ella við posti til: Marine Harvest Faroes, Ternubrekkan 3, 695 Hellurnar.

 

Starvsnæmingar og lesandi

Vit eru altíð opin fyri framsøknum og framskygdum ungum fólkum, sum høvdu dámað at verið við í bláu kollveltingini, The Blue Revolution. Vit hava javnan starvsnæmingar og lesandi í ymsum pørtum av fyritøkuni.

Gongur tú í framhaldsdeildini ella á miðnámsskúla og kundi hugsað tær at roynt teg innan alivinnuna, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Send okkum eina umsókn til post@marineharvest.fo ella við posti til: Marine Harvest Faroes, Ternubrekkan 3, 695 Hellurnar.

 

Um Marine Harvest

Marine Harvest er millum heimsins størstu alifeløg við virksemi í 24 londum. Meira enn 11.000 starvsfólk starvast í fyritøkuni um allan heim, og tað gevur ótaldar møguleikar. Í Føroyum starvast 40 fólk í fyritøkuni.


Í Føroyum eru høvuðsøkini:

  • Smoltaling á landi
  • Laksaaling á sjógvi
  • Góðskustýring og sjúkufyribyrging
  • Tøka av laksi
  • Sølu- og flutningssamskipan
  • Leiðsla og fyrisiting

 

Fortreytin fyri framhaldandi at ganga á odda við burðardyggari laksaframleiðslu í heimsflokki eru dugnalig, eldhugað og álítandi starvsfólk innan fyri allar starvsfólkabólkar.