Gerandisdagurin á Marine Harvest

Aling

Uppgávurnar í alivinnuni fevna um allar tættir innan havbúnað og djóralæknafrøði, eins og teknikarar á øllum stigum, fóðursamskiparar, framleiðsluætlan og -leiðslu, heilsu og trygd, góðsku, slakt og so framvegis.

Okkara alibrúk eru í Noregi, Kili, Kanada, Írlandi, Skotlandi og Føroyum.

 

Søla og Marknaðarføring

Okkara sølu- og marknaðardeild fevnir um sølu, rávøruhandil, ráðlegging, logistikk, marknaðarføring, branding, vørumenning og -leiðslu o.s.fr.

Vit hava søludeildir og umboð í Noregi, Fraklandi, Belgia, Niðurlondum, Spania, Italia, Týsklandi, Bretlandi, Póllandi, Kekkia, Japan, Taivan, Suðurkorea, Kina, Singapor, USA, Kanada og Føroyum.

 

Alifóður

Okkara fiskafóðurdeild liggur í Bjung í Noregi, har okkara alifóðurverksmiðja varð liðug í 2014. Í løtuni eru 48 fólk í starvi á deildini, sum væntandi fer at økja framleiðsluna til 260.000 tons um árið. Uppgávurnar í alifóðurframleiðslu fevna um keyp, føðsluáseting, føðitrygd, góðsku, logistikk, eftirlit, framleiðslustjórn, verksmiðjustøðu o.a.

 

Gransking og menning

Okkara granskingar-, menningar- og tekniska toymi hevur høvuðsskrivstovu í Bergen, men starvast tætt saman við okkara altjóða rakstrareindum frá alifóðri, kynbótararbeiði, aling, umframt sølu og marknaðarføring.

Uppgávurnar í gransking og menning fevna um umhvørvi og burðardygd, fiskaheilsu, vørudygd, føðitrygd, fóður og føðslu, framleiðslutøkni, alitøkni og kleking og arvafrøði.

 

Fyrisiting

Okkara høvuðsskrivstova og fyrisitingarleiðsla heldur til í Bergen í Noregi. Onkrar funktiónir hjá høvuðsskrivstovuni eru eisini í Oslo.

Felags virkisuppgávur eru sum heild altjóða og fevna um fíggjarmál, ognarrøkt, KT, løgfrøði, samskifti, tøkni, sølu og marknaðarføring, aling, fóður og HR.

 

Starvsnæmingar og lesandi

Vit eru altíð opin fyri framsøknum og framskygdum ungum fólkum, sum høvdu dámað at verið við í bláu kollveltingini, The Blue Revolution. Vit hava javnan starvsnæmingar og lesandi í ymsum pørtum av fyritøkuni.

Trýst vinaliga á her fyri síggja verandi møguleikar  >>>